Í SMS er felags umbýtingartænasta galdandi fyri allar handlarnar í húsinum. Viðskiftafólk kunnu tí trygt handla hjá okkum og fáa somu umbýtingartænastu í øllum handlum, tá tey hava keypt eina vøru, sum tey vilja býta um – eisini, um vøran er ein gáva.
Í sambandi við jólahandilin veita handlarnir eina serliga jólagávu-umbýtingartænastu, sum er ymisk frá ár til ár, sí heimasíðuna hjá SMS.fo. Umframt hesa hava vit eisini serliga gávu-umbýtingartænastu.
Galdandi umbýtingarrættur í SMS
Tann, ið hevur keypt eina vøru, kann býta hana um, fáa áognarseðil ella fáa peningin aftur, um treytirnar niðanfyri verða fylgdar:
1) at keyparin við kvittan kann prógva, at vøran er keypt í viðkomandi handli fyri ikki fleiri enn 12 døgum síðan (allir dagar íroknaðir), og
2) at vøran er í sama standi, sum tá hon varð keypt.
3) Umbýtingarrætturin er ikki galdandi fyri køli- og frystivørur.
Útsøluvørur og tilboðsvørur
Hevur tú keypt eina vøru á útsølu ella upp á tilboð, kann hon ikki býtast um, og goldin peningur verður ikki endurgoldin.
Serlig umbýtingartænasta fyri jólagávur
Henda tænasta er galdandi í øllum handlum í SMS. Í hesum tíðarskeiði verður eitt serligt jólamerki klistrað á príslepan. Hetta merkið gevur kundanum rætt til at býta vøruna um ella fáa ein áognarseðil fyri vøruna. Treytin er sjálvandi, at vøran er í lagi.